|
Lendingin í Svínoy er ímyndin av fólki, sum koma og fara. Hin síðsti tónleikarin fer úr Svínoy, hann hevur spælt ta síðstu konsertina. Nú er tað portrið inn í heim og út í heim, sum hann fer ígjøgnum. Málningurin letur upp hugtøk, sum í tínum og mínum sinni tulka okkara áskoðan um at síggja, hoyra, men trist er tað, tá síðsta fólkið fer av einum stað, har lendingin og bygdaliðið hava verið staðið, har fólk komu og fóru. Portrið út í heim og inn í heim... Eisini inn í listamansins hugaverð fara skap, litir og skaldsligar framstillingar í tónleikarum, næmingum og bygdamanninum, sum er á veg á Muntra ella maðurin uppi á Manni, sum er staðið har tú sært yvir Norðoyggjar og út í tann víða heim, men bygdina Fuglafjørð sært tú niðast við til høgru. Her er vøggan, har er heimið, har er fólkið, har eru tónleikararnir og har býr Frits.
|
|
Att. Marianna Norðoy, Lambagerði 1, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands
tlf. 00298 229876, marianna@galeriefocus.com
Framsýning í Galerie Focus er opin: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18
Fernisering er fríggjadag kl. 16 til 18
Ímillum framsýningarnar eri eg at hitta á tlf. 00298 229876
|