|
|
|
|
|
|
|
|
|
Arnold Vegghamar. Føddur í 1937 og býr á Viðareiði
|
|
Arnold Vegghamar er útbúgvin silvur- og gullsmiður. Í Føroyum hevur Arnold Vegghamar m.a. havt stakframsýningar við málningum í Listaskálanum og verið við á Várframsýningum. Í Danmark hevur hann m.a. sýnt fram í Sønderborg, Hirtshals og í Galleri Sct. Gertrud í Keypmannahavn.
|
|
|
|
|
|
 |
 |
 |
|
|
|
|
|
675. á Helluni, 80x100 |
676. Eiðsvík, 80x100 |
892. av Helluni, 60x70 |
|
|
|
|
|
 |
 |
 |
|
|
|
|
|
691. Bygdalag, 50x60 |
893. Eiðsvík, 50x60 |
894. Bygdalag, 40x50 |
|
|
|
|
|
 |
|
|
|
|
|
|
|
895. Bygdalag, 40x50 |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
Vincent van Gogh (1853-1890) spyr bróður sín, Theo, soleiðis: “Kundi tað ikki verið møguligt, at man sær eitt ting betur og rættari, tá man elskar tað, enn tá man ikki ger tað?”. Arnold Vegghamar málar náttúruna har norðuri á Viðoynni, lendingin, bygdin, hamrar og urðar tað eru ikki vanligar nát-túrulýsingar, men heldur persónligar surrealistiskar tulkingar av landslagnum. Tað handlar ikki um, um tað líkist náttúruni, tað handlar um tann innara ósjónliga sannleikan upplivingar, kenslur, sinnis-rørslur og ímynd. Tað vil siga, at mála sinnisstøð-una, tí hetta er ein veruleiki, sum júst er avgerandi fyri tann ovurhugaða og sinnisrørda listamannin. Hansara týðuligu pensilsstrok og sterku litir ímynda tann innara ófriðin og fær alla náttúruna at liva og røra seg. Verðinsmyndin sær annaðleiðis út enn vit sansa listamaðurin letur seg ikki leiða av passivt registrerandi virksemi, tá hann skoðar veruleikan, hann skapar sína egnu verðinsmynd bygda á vilja og skapanarmegi. Munur á góðari og vánaligari list er, millum annað, at góð list krevur nakað av sínum áhoyrara og áskoðara, meðan vánalig list ikki ger tað. Málning-arnir hjá Arnold Vegghamar krevja nakað av áskoðaranum.
Marianna Norðoy, 2007
|
|
Att. Marianna Norðoy, Lambagerði 1, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands
tlf. 00298 229876, marianna@galeriefocus.com
Framsýning í Galerie Focus er opin: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18
Fernisering er fríggjadag kl. 16 til 18
Ímillum framsýningarnar eri eg at hitta á tlf. 00298 229876
|
|