Forsíða
Um Galerie Focus
Adressa
Framsýning
Framsýningar
Listafólk
Verk til sølu
Kontakt

 

Selma Mikladal. Fødd 1954 í Klaksvík

Selma Mikladal er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur búð í Keypmannahavn í mong ár. Hon hevði sína fyrstu málningaframsýning í Føroyahúsinum í Keypmannahavn í 2005. Selma hevur altíð verið ein, sum hevur ferðast nógv, tá meina vit ikki við frá land til land, men altíð opin fyri eini diskussión, at vera her og at vera tilstaðar. Man kann merkja, at hon er áhugað og vitandi, tí samrøðan verður ikki bara førd á einum dagligum støði. Hon hevur í nógv ár verið áhuga í list, klassiskur tónleikur hevur haft stóran áhuga. Selma hevur verið nógv í Grønlandi og eisini arbeitt har og upplivað nógv spennandi. Hon hevur altíð fingist við at tekna og at mynda á ymiskan hátt. Myndevnið er ofta tað hon hevur sæð, náttúran, kenslurnar og tað sum stendur eftir, ikki eitt ávíst stað, men samanumtikið tað sansaða, tað upplivaða, tann umgjørda myndin.

810. Føroyskt tema, 80x80 807. Føroyskt tema, 100x80

 

Att. Marianna Norðoy, Lambagerði 1, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands

tlf. 00298 229876, marianna@galeriefocus.com

Framsýning í Galerie Focus er opin: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18

Fernisering er fríggjadag kl. 16 til 18

Ímillum framsýningarnar eri eg at hitta á tlf. 00298 229876